J. H. Schrøtersgøta 9   
Boks 165, FO-Tórshavn   
Tlf. 00298 31 48 68   
Fax 00298 31 10 92   


e-mail: starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo   
 
Fakfelagið
Álitisfólk
Lønartalvur
Eftirløn
Fastur Gerðarættur
Starvsmetingarnevndin
Húsið
Summarhúsið við Gjógv
Lógir
Ofta settir spurningar
Oyðubløð
Starvsblaðið
Avsláttaravtalur
Sáttmálar og lønir
Forsíða > Kjak    
Kjak um viðurskifti stravsmannafelagsins

 

Vel ein bólk niðanfyri ella stovna ein nýggjan bólk við knappinum omanfyri

Høvundur Evni Síðsta viðm. #
yvasom Álitisfólk
Hvat er uppgávan hjá einum álitisfólki?? Eg yvist um okkara álitisfólk arbeiðir fyri okkum.
18-08-2010 12.50 0
limur Sáttmálasamráðingar
Hvat halda limirnir, at felagið eigur at leggja dent á í konandi samráðingum við Fíggjamálaráðið ?
04-06-2010 00.15 0
Pendlarin Forfall
Um eg eri veðurfastur verði eg trektur í løn. Verða tit eisini tað og er hetta rætt?
08-03-2010 23.24 1
loyndi Yvirtíð, sum niðursett starvsfólk
Eg kundi hugsa mær at vita um ein t.d. arbeiðir fast 20 tímar um vikuna, og um so tað blíva 21 er so tann eini løn sæmbart yvirtíð?
23-11-2009 14.27 3
Limur TF-Betri pensión og ú-dagur
Hvat heldur felagið um, at einans tey sum bæði hava trygging og pensión frá TF fáa kekk ú-dagin, og tey sum hava trygging frá TF og pensión gjøgnum Smf, ongan kekk fáa. Tá eru allir tryggingartakararnir við til at gjalda, so nøkur fá fáa 20% avsláttur fyri inngjald. Er hettar rættvíst ella òrættvíst ???
16-03-2009 22.16 0
Tann forfardi Uppsagnir
26-12-2008 23.40 0
Thor376 (Ó)rúmligur arbeiðsmarknaður
Eg eri settur í vart starv hjá mínum arbeiðsgevara. Tað er undir vanligum treytum, og eg eri settur eftir starvsmannalógini, tó við niðursettari arbeiðstíð.

Mín normtíð er 25 tímar um vikuna. Sum oftast eri eg bara 21 tímar til arbeiðis um vikuna, tí eg ikki klári meira enn tað vegna sálarsjuku: depressión og ymiskt annað. Tað er eitt brek, sum hevur tarnað meg í nógv ár. Tá eg arbeiði 4 tímar ov lítið eina viku, so sigur arbeiðsgevarin, at eg skal arbeiða 4 tímar meiri næstu viku, altso 29 tímar. Hetta undirskotið av tímum hevur staðið á so leingi, og leiðarin hjá mær fylgir neyvt við. Ein dagin fortelur hann mær við strengum tóna "Tú skyldar okkum nú 60 arbeiðstímar, og tað skal altso arbeiðast inn aftur". Har er eingin pardón.

Men altso, eg klári ikki meiri enn teir 21 tímarnar um vikuna. Er tað rímiligt, at arbeiðsgevarin setur sovorið krav til ein, sum er settur í vart starv? So virkar "Tann Rúmligi Arbeiðsmarknaðurin" ikki so rúmligur.

Eg skal fara at samráðast við Almannastovuna og arbeiðsgevaran at fáa normtíðina niður á 20 tímar um vikuna. Men altso, teir 60 tímarnir sum eg skyldi, virka sum ein tung byrða.
18-10-2008 13.42 1
Limur Summarhús
Hvat halda limirbir um, at Starvsmannafelagið útvegar sær summarhús sum limirnir kunnu leiga bíliga ? Havi hoyrt onkran nevna, at tey heldur vildu havt bíligari limagjald.
14-04-2008 15.20 0
Mamma Barsil
Á heimasíðuni hjá felagnum stendur undir barsil, at pápar "kunnu fáa frí við løn í 14 dagar í sambandi við føðing". Hví stendur bara "kunnu"? Hví skal maður mín, sum siglir, sjálvur betala?
26-06-2007 13.43 6
Tungur Tilboð fra fragd og fimi
Hví eru bara tilboð til havnarfólk? eg veit ikki um at tit hava gjørt nakra avtalu fyri starvsfólk á sandoy suður ella í norðoyggjum. nær fara tit at lýsa við avtalum fyri okkum eisini ? ella fáa vit koyripening fyri at kunna njóta tað sama sum havnarborgarnir uttan at tað kemur at kosta okkum meira?? eg meini fyri at líkastilla ALLAR limir.
26-06-2007 00.22 0
Ein spyrjandi Hvat eitur Starvsmannafelagið á enskum?
Hevur Starvsmannafelagið eitt enskt heiti?
21-05-2007 12.28 1
Limur Sáttmálasamráðingar
Vit frættu undan jólum, at samráðingarnar skuldu takast uppaftur aftaná ársskifti. Til felagið havi eg hug at siga, at eitt hugskot hevði verði, at lagt út á heimasíðuna nær fundur er avtalaður við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.
Hví eru okkara limir so passivir at siga sína meining her á síðuni ? Vit hava her ein fínan møguleika at siga okkara meining um fakfelagsviðurskifti, samfelagsviðurskifti og mangt annað. Eg fái meg ikki at trúgva at okkara limir hava so líti at siga.
16-02-2007 11.21 1
Limur Nevndarval
Sum okkum limum í Starvsmannafelagnum kunnugt, so skal uppskot til nevndarval verða felagnum í hendi áðrenn 1. februar 2007. Tað hevði verið ordiliga stuttligt, um fleiri bjóðaðu seg fram. Mær vitandi eru tað John Kjær og Eimi Fossdalsá, sum standa fyri vali. Veit nakar um tey bæði bjóða seg fram aftur ?
19-01-2007 23.30 0
Limur Lógarbroyting
Hví er her so steindeytt ? Er tað veruliga so, at limirnir einki hava at kjakast um ? Lógarbroytingar eru fyri framman. Hvat halda tit t.d. um, at formaðurin skal veljast fyri fýra ár ?
22-12-2006 09.09 1
mia Bakka ikki fyri null-loysn við lóg
Longu tá maskinmeistararnir hjá SEV fóru í verkfall var greitt hvussu útfallið fór at verða hjá Starvsmannafelagnum. Tað er so deiliga forútsigiligt: Fyrst verkfall, so sparast kunnu nakrar lønarkrónur, og síðani skal lóggevast fyri eini null-loysn. Ein andstyggilig vanvirðing fyri starvsfólkum.
Um so er, at tað ikki er brúk fyri hesum starvsfólkum, kunnu myndugleikarnir so ikki gera okkum øllum tann beina og siga teimum upp! Tað kann saktans lata seg gera, tað er bert at taka støðu til, hvørjar funktiónir skulu halda uppat. Eitt dømi kundi verið at latið rúsdrekka út í vanligu handlarnar, so sluppu vit undan rúsdrekkasølum. Men hetta kann so ikki vera uppgávan hjá fakfelagnum.
Einasta sømiliga svar frá Starvsmannfelagnum til landsstýrisins útspæl er: Lóggevið tit bara fyri tykkara null-loysn, vit fara ikki aftur til arbeiðis fyrr enn semingsuppskotið verður samtykt.
02-11-2006 12.34 3
Heiðrikur stakkals portørar
Eg/vit sløkkiliðsmenn hjá tórshavnar kommunu siga bara, stkkals portørar, teir vita ikki hvat teir hava gjørt við at skifta felag. Vit sløkkiliðsmenn hava mist í hundratúsundtals krónum síðan vit komu uppí starvsmannafelagið, og hava vit til fánýtis biði um hjálp frá felagnum, men har er ongin hjálp at heinta, tvørturímóti. Formaðurin er at hoyra í fjølmiðlinum tá maskinmeistarar og onnur feløg hava trupuleikar, men okkum limun ger hann onki fyri, lurtar ikki ein gong eftur okkara trupuleikum.
22-09-2006 21.07 6
Petur limagjald
Hvat kostar limagjaldið hjá starvsmannafelagnum, ella verður tað roknað út frá grundlønini.

Hvat er pensiónin
19-09-2006 11.29 1
Eg Almenna
Nú veit eg ikki akkurát hvat Kjartan segði um tey almennu starvsfólkini. Men um hann segði at tað onki skil er í tí almenna, ja so gevi eg honum so púra rætt.

Dømi:
Fyrst skuldi eg hava sjúkrapengar, so skuldi eg ikki hava og so knappliga funni teir útav at eg átti at fáa alíkaval. Og svari eg fekk fystu ferð var at eg átti at fáa... So tað sigur eitt sindur um hvussi BIIIIIIIIIIP lítið skil tað er hjá tí almenna.
17-09-2006 13.35 2
xxxx Roynd
mmmm
13-09-2006 08.34 1
Hey Hey
Hey
25-07-2006 17.00 0
Limur Verkfall/samráðingar
So er aftur verkfall. Tó skal eg ikki lasta felagið ella limirnir fyri tað, tí semingsuppskotið var alt ov vánaligt. Mín metan er tó, at tað er primitivt, bara at fara í verkfall. Tíðin er farin frá at uppføra seg soleiðis. Heldur eiga vit at fara undir ein annan samráðingarhátt. Um samráðingarnar slitna og semingsmenn koma uppí, og møguligt seminguppskot verður vraka, so kunnu partarnir fráboða møguligt verkfall/verkbann ein mánað fram í tíðina, so hava partarnir ein mánað at finna semju. Haldi peningstovnarnir brúka henda hátt, har hevur ongantíð,mær vitandi, verið verkfall. Eg eri, sum limur, troytt av støðuni við verkfalli í heilum.Dýrt limagjald, fyri at fylla ein verkfallskassa. Vit eiga at koma víðari, verður sagt í tíð og ótíð. Eg haldi vit, sum limir í Starvsmannafelagnum, eiga at koma víðari, og framyvir fara undir annan samráðingarhátt, møguliga við einum mánað fráboðan um møguligt verkrfall.
06-04-2006 08.52 0
Eg Streyka
Ja, og so var Starvsmannafelagið aftur nú í streyku, hava tey onki annað at gera hjá Starvsmannafelagnum uttan at streyka?

Tey burdi verði troytt nú av øllum streykunum sum tey hava, virkar sum um at tað stendur í teirra reglugerð at tey skulla streyka.

Men nú liggur Strandferðslan so IKKI, so tað er so eitt STÓRT PLUSS við hesari streykuni.
04-04-2006 18.43 0
Anna Pausir
Arbeiðstíðin hjá limum Starvsmannafelagsins, sum arbeiða á sáttmálaøkinum hjá Fíggjarmálaráðnum, hava 39 tíma arbeiðsviku írokna mattíð, sum er ½ tími um dagin fyri tey sum arbeiða meira enn 2/3 arbeiðstíð, 15 min. fyri tey sum arbeiða ½ tíð ella meira men minni enn 2/3 arbeiðstíð.

Arbeiðstíðin er mánadag til hósdag frá kl. 08.00 til 16.00 íroknað ½ tíma mattíð og fríggjadag frá kl. 08.00 til 15.00 írokna ½ tima mattíð.
13-02-2006 14.18 1
Eg09 Pausir ?
Kann nakar siga mær um pausir eru roknaðar uppí arbeiðstíðna? Um ein t.d. hevur 1 tíma at eta í, er hann so at rokna sum arbeiðstíð?

Um eg t.d. møti kl. 8:00 og skal arbeiða 7½ tímar, og havi 1 tíma at eta í millum 12 og 13, eru so teir 7½ tímarnir farnir kl. 15:30 ella 16:30 ??
24-01-2006 16.04 0
SMF-limur Ger starvsfólkini á Smyrli til tænastumenn
Nú er nokk !
Farleiðin til Suðoynna má tryggjast!. Hví ikki gera starvsfólkini til tænastumenn. Alternativi er at avbyrgja allar tunnellir og vegir, tí tað kann ikki verða rætt at bara suðringar skulu straffast hvørja ferð tað er verkfall. Sandingar hava bara 15 min yvirum og sama við Norðingum!.
Tað er einki annað at gera !!!
20-10-2005 08.24 2
Klaks Hví hava fakfelag ?
Hví skal man hava eitt fakfelag, tá landsstýrið avlíkaval bara kann koma og siga hvat ein kann ella ikki kann gerast ?
Nú veit eg ikki so nógv um alt hetta klandri sum er, tað rakar ikki meg tí eg havi ikki tørv at koma til havnar og um eg skuldi til havnar, so sluldi eg nokk komi til havnar.
Eg vænti at fakfelagið roynur at gera tað sum er best fyri sínar limir, fyri tey fólk sum búgva í hesum landi. Hetta er eitt ólivuligt land, alt kostar tað hvíta úr eyganum, men lønarhækking skal eingin fáa.
Hvussu skulu vit kunna liva í hesum landi, royna teir at vit aftur skulu flyta uttanlanda, so bara tey við risa inntøkum kunnu blíva eftir. Tað er ómenniskjaligt, tað í verður gjørt móti føroya fólki, og so grenja fólk um at strandfaraskipini ikki sigla, hvat við teimum sum sita svong, og tað eru fólk sum ger í hesum vakra landi.
Mær vitandi eru ikki nógvir SMF-limir við risainntøkum og 1 %, hvat er tað. Haldi at Bárður skuldi hugt hvat hann fekk í løn og so hvar SMF-limir fáa í løn, kanska hann kundi tikið nøkur % av sínari løn.
19-10-2005 12.03 0
HH Hazard
Tað kann als ikki góðtakast at hvørki SMF, Fíggjamálráði, skipara og nav. o.a spæla hazard við borgarum í Føroyum, við at leggja samferðsluna til útjaðarin lamna hvørja fer ósemjur eru millum partarnir, og harvið noyða kvinnur og børn at ferðast um firðirnir við bátum, sum nógvir ikki eingang lúka krøvunum frá skipaeftirlitinum. Og summir av hesum bátum sigla somikið skjótt, at vandi kann standast av órøyndum førarum, sum bert hugsa um vinning. Skipara og nav. felagið eigur at vita hvussu vandamikið farleiðin um t.d Suðuroyarfjørð kann verða, og skipara og nav eigur íhvussu so er at takað avstand frá at leggja ferðafólkaskipini. Skipara og nav eiga at ganga undan við trygdini, og verða verða forsprákari fyri at hini feløgini gerða tað sama.
Samferðslan til og frá oyggjunum skal verða tryggja og undantikin verkfalli/banni. Um hetta skal verða við sersáttmála, løgtingssamtykt, ella tænastumann loysnum er líka feitt.
19-10-2005 10.49 0
Klaksvíksingur Ávaring
Hendur eitt óhapp á einum av streykuraktu firðinum, sum lættliga kundi hent við verðandi óskilið, fær pípan annað ljóð, tað er sikkurt.

Bíði ikki til tað hendir, síggji veruleikan í eyguni, har er einki annað at gerða, "gevið undantak til strandfarðaskipini". Lat ikki 1% í lönarhækkan verða atvoldin til at tryggleikin verður settur til viks.

Hvussu nógv fólk er talan um fyri at skipini sigla aftur; nú veit eg ikki hvussu nógv fólk eru limir í SMF, men her má verða talan um ein ógvuligan lítlan % part av heildini, so tað mátti ikki verði so trupult at havt ein sersáttmala fyri tey,
og loyst henda trupuleika einaferð fyri altíð.

18-10-2005 19.57 0
limur í SMF Eg taki undir við at seta SL í sigling aftur
Eg vil bara siga, at eg taki fult undir við at Løgtingið fær SL í sigling aftur. Líkamikið hvussu.
Onki annað sømir seg.
Men eg haldi eisini, at hetta eigur at fáa fylgjur fyri landstýrismannin, sum ikki er sína uppgávu vaksin.
18-10-2005 17.36 1
SMF limur Gerðarættur
Gerðarættur
Enn eina ferð er prógva, at vit ongantíð óvskjótt stovnsetta ein gerðarætt, sum kann avgreiða trætur á arbeiðsmarknaðinum. Tað kann ikki verða rætt at fakfeløg á hvørjum ári, leggja samfelagið læmi í óásett tíð, og drena verkfallskassan hjá limunum, bert fyri at sita og bíða eftir at Løgtingið tekur eina avgerð. Verkfallskassin er illa farin, og samfelagið kann slettis ikki standa model til slíkt klandur og stríð, her má annað skil koma á!
18-10-2005 11.10 3
Ferðandi Ferðing
Tað er óskiljandi at farleiðin ímillum oyggjarnar skal rakast av verkfalli, og tað eru somu fólk sum verða tikin til gíslar á hvörjum sinni, tey verða sperra inni og nýtt til vápn til ein lönarsáttmala tey mest sum einki hava við at gerða.

Rættast hevði verið um ferjurnar als ikki vóru raktar av verkfalli, ella í ringasta föri niðurskori túratal, tað hevði verið ein meiri samfelagslig vinarlig blokada.

Til næsta verkfall verður bert sunnari partur av landinum eftir til gíslatöku.

Tað vísir seg at ferjurnar eru einasta veruliga vopn hjá tí streykandi partinum, tað eru tær sum skullu loysa knútin, ímeðan óviðkomandi parturin blöðir.

Byrji nú at tosa opi um henda trupuleika, so hann kann loysast sum skjótast.
16-10-2005 21.39 1
lærari Heystfrí endar !
Eitt er at tit klandrast og seta penningaligvirðir yvir stýr, men spilli ikki okkara ungdóm. Latið okkara ungdóm sleppa í skúla aftur eftir heystfrí við at loyva strandfaraskipini sigla í dag (sunnudag 16.okt).
16-10-2005 10.43 0
Símin P. Alibrúk
Mær vitandi eru alibrúk undantikin verkfalli.
Vit hava alibrúk í Svínáum, og arbeiðisfólk frá Norðoyggjum.
Mín spurningur til starvsmannafelagið er, hvör tekur ábyrdina av at hesir menn kunnu koma trygt til arbeiðis?, og hvör ber kostnaðin av tí?.
14-10-2005 18.07 0
Zooringur Samráðingar aftur - nær ?
Kann nakar siga, ella geva eitt kvalifisera boð uppá nær partanir finna uppá at gera enn eina semingsroynd ?

Ella er tað kanska soleiðis at báðir partar eru ov treiskir/stoltir til at kontakta mótpartin ?


T.d. nakar kjansur fyri at skipini hjá SSL sigla aftur leygardagin ?


Haldi so tit burdu givi Smyril undantaksloyvi, um ikki annað bert leygardagin, so tit ikki oyðleggja ætlaðu mótøkuna av nýggja smyrli, sum bæði matur og alt annað er gjørt klárt til... Trúgvi ikki suðringar nakrantíð í framtíðini vilja stuðla felagnum í nøkrum sum helst framyvir annars.
14-10-2005 14.37 0
puskas@post.olivant.fo ARBEIÐSSTEÐG
Tað er nokk við eini YVIRLÝSING, eru tit einig?
14-10-2005 11.01 1
Jón
Mær dámar hetta stak væl - gott yvirlit og vælvirkandi
25-03-2003 13.36 0
Jón Sivertsen
Heilt íordan tú.
20-03-2003 13.37 0
 
Sáttmálasamráðingar
Almen tíðindi
Skriv til myndugleikar
Skeið
Álitisfólk
FolkeFerie
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media